Tveir møguleikar eru, annaðhvørt at Miðflokkurin innstillar nýtt landsstýrisfólk til løgmann, ella at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni. Og ger hann tað, so hevur samgongan ikki meiriluta í Løgtinginum, og so er nýval hugsandi.
Miðflokkurin fer á floksfund klokkan 14 at viðgera støðuna.
Tað tykist at vera komið rættiliga vátt í reiðrið millum løgmann og formannin í Miðflokkinum, og tí er valla hugsandi, at Miðflokkurin fer at koma við nýggjum landsstýrisfólk og koyra víðari.
Løgmaður kann skipa nýggja samgongu. Tað kundi so verið millum teir stóru flokkarnar. Men Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkinum, og tað fer Tjóðveldi valla heldur. So er spurningurin, um Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja fara í samgongu við Sambandsflokkin nú. Tað er valla hugsandi so stutt undan einum løgtingsvalið, sum í seinasta lagi skal vera 31. august næsta ár.
Tí er mest sannlíkt, at løgmaður skrivar út nýval. Ger hann tað í dag, so kann tað í fyrsta lagi verið 6. desember og í síðsta lagi 13. desember.