Nýumvælda spælhúsið skal verða eitt prýði

Nú skal økið við bedingina í Vestmanna ruddast.

 

Mest fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið still.

 

Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið og at seta spælhúsið í stand.

 

- Mest upplýsir –  uttan at avdúka smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða eitt prýði, samstundis sum tað skal økja um trivnaðin í bygdini.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu.

 

- Vit fegnast um avgerðina og fara vit í næstum at samráðast við Mest um, hvat økið við bedingina framyvir kann brúkast til, verður lagt aftrat.