Nyttuleyst val

Veljararnir í Serbia fáa rættiliga góða venjing í hesum tíðum. Herfyri skuldu teir velja nýggjan forseta,

men tá einki valevni fekk meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, skuldi umval til. Tað var um vikuskiftið, men hóast annað valevnið nú fekk nógv meiri enn helmingin av atkvøðunum, hjálpti tað ikki. Tí nú var minni enn helmingurin av veljarunum á vali, og tað ber ikki til.
Serbiska vallógin sigur, at minst 50 prosent av veljarunum skulu atkvøða, fyri at valið kann verða góðkent. Tá uppteljingin var liðug, høvdu bert góð 45 prosent verið og valt, og tískil er valið ógildað. Annars vann tann hóvligi Vojislav Kostunica seinna valumfarið. Hann fekk sambært valnevndini umleið 67 prosent av atkvøðunum.
Nú noyðast serbisku politikararnir og veljararnir at brynja seg til eitt nýtt valstríð, tí sambært vallógini verður nú byrjað av nýggjum.