Vit hava ongan fepurstokk og ongan normalan kroppshita at meta eftir, tá talan er um búskap. So at kjakast um, hvørt hitin er ov nógvur ella ikki, ber ongantíð á mál, heldur Hermann Oskarsson í viðmerking til orðaskiftið um ovurhitaðan búskap. At lata reiðararnar gjalda fyri fiskiloyvini og at lætta um møguleikarnar hjá útlendingum at koma til arbeiðis her heima, høvdu verið líka gagnlig tiltøk sum at avtaka skattafrádráttin hjá sjómonnum, heldur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, nú orðadráttur hevur tikið seg upp um, hvørt vit hava ein ovurhitaðan búskap ella ikki. Eitt orðaskiftið, sum Hermann Oskarsson heldur vera púra fruktaleyst. Tí, sum hann tekur til, vit hava ongan fepurstokk, sum kann máta hitan eitt nú við hagtølum um lønarlagið.
Hermann Oskarsson sigur eisini, at tað mest avgerandi fyri búskaparligu framgongdina í einum landi er ikki um arbeiðsloysið er fimm ella tvey prosent.
- Tað mest avgerandi er, at galdandi lógir og reglur fyri vinnuligt virksemi gagna framburði og menning, og at tær ikki halda landinum føstum í gomlum stirvnum skipanum, sigur hann.
Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at politisku fráboðanirnar í sambandi við komandi fíggjarlóg benda á, at vit ikki bara eru komin at vinnuliga kapasitetsmarkinum, men at eitt politiskt kapasitetsmark nú dagar undan.
- Við einum Pavlovskum refleksi boðar Landsstýrið frá, at nú búskapurin er í vanda fyri ovurhiting, skal fíggjarlógin næsta ár skerjast við nøkrum hundrað miljónum. Hvat samband ið er millum hendan ovurhitan og 200 miljónir á fíggjarlógini, geva landsstýrismenn sær lítið far um. Men teir eru ivaleysir í, at nú fer tað at síggja út, sum gera teir okkurt við málið, sigur Hermann Oskarsson í viðmerking, hann hevur sent bløðunum í dag.
Og hann skoytir upp í, at hendan samtyktin í Landsstýrinum var ein meirilutaavgjørd neyðsemja, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði skotið upp, at taka tey bæði stigini ? at taka skattafrádráttin hjá sjómonnum av og at bíða við at seta á undirsjóvartunnilin til Sandoynna.
Hermann Oskarsson heldur, at til ber at siga, at tað eru tveir mátar at møta hesum búskaparliga kapasitetsprobleminum. Annar er tann vanligi ? at skerja landsins fíggjarlóg í blindum, uttan at tað hevur nakra gagnliga ávirkan yvirhøvur. Hin er at brúka løtuna til at rúmka tann bygnaðarliga karmin um vinnulívið í landinum, so at kapasiteturin økist gjøgnum smidligari tillaging til marknaðarkor.
- At lata reiðararnar gjalda fyri fiskiloyvini og at lætta um møguleikarnar hjá útlendingum at koma til arbeiðis her heima, høvdu verið líka gagnlig tiltøk sum at avtaka skattafrádráttin hjá sjómonnum.
Eisini greiðir hann frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjeyt upp tvey tiltøk, sum nettupp ikki eru panisk krepputiltøk.
- Eitt tiltak ? avtøka av serliga skattafrádráttinum hjá sjómonnum - sum samstundis pjøssar nakað upp á sjálvan vinnuliga bygnaðin - og so at útseta eina risaíløgu. Tvey tiltøk, sum nettupp ikki eru at spæla fíggjarpolitiska neyvstýring, men sum virka bæði tálmandi og rúmkandi, sigur Hermann Oskarsson, sum víðari sigur, at her rakti hann politiska kapasitetsmarkið í føroysku smáparlamentarismuni.
- Gomlu vinirnir í føroyskum politikki samdust skjótt um uppskriftina, sum bjargar teimum sessirnar eftir næsta val.
Les viðmerkingina her!<a>










