Nyttuleysir advokattímar

– Ein leiðregla er, at at verjar í revs­­­imálum fáa 1.650 krónur um tím­an, umftramt mvg og tað hev­ur Lands­rætt­urin ásett.

Soleiðis segði Djóni Thom­a­­ssen við Sosialin, eft­ir at vit áð­­ur hava funnist at tí ó­rím­i­liga í, at hann sum sak­før­ari hev­ur skrivað rokn­ing­ar fyri íalt 2,2 mió kr. í einum máli, sum hevur kostað Taks 53 mill­­i­­ón­ir – umframt rentu.

Tað er skjótt at rokna út, at við hesum takstinum, hev­­ur sakførarin og hansara fylgi nýtt góðar 1.300 tímar til sak­­a­r­málið.

So er spurn­ing­ur­in, hvussu stór nytta er í at nýta so nógva tíð til eitt mál, sum var so­­mik­ið klokk­u­­klárt. Vit hava áð­ur skrivað, at bæði Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið og fíggj­­ar­­mál­a­ráð­harr­in vóru vit­andi um, at tað bar til at fáa skattafrían vinn­ing úr egn­um partafelag. Tá­ver­andi að­al­stjór­in segði, at tað kom pol­i­tikk­ur í, tá skatt­­­a­­hol­ið, sum var í kap­i­­t­al­­vinnings­skatt­a­lóg­ini, skuldi tipp­ast, og tá­ver­andi fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in stað­festi enntá í við­tali við Sos­i­al­in, at tað bar ikki til hjá sær at fáa pol­it­iska undirtøku fyri at tippa nevnda skattahol.

– So tað tykist løgið, at Taks eftirfylgjandi skal biða sak­før­ara nýta 1.300 tímar til at kanna nakað, sum Taks eft­ir øllum at døma var væl vit­andi um.