Nýtti høvið at síggja málning hjá pápanum á framsýning

Málningur eftir William Smith er komin aftur til Vágs, og sonur William, Sonne Smith, nýttið høvið at síggja málningin, tá Ljósfest var í Vági.

Ein málningur frá 1935 eftir vágbingin William Smith er komin aftur til Vágs, eftir nógv ár aðrastaðni.

 

Tað eru hjúnini, Jórun og Osmund Justinussen, ið hava latið Vágs kommunu málningin.

 

Nú Ljósfest júst hevur verið í Vági, var málningaframsýning, og har var umrøddi málningur eisini sýndur fram.

 

Ein, ið nýtti høvið at síggja málningin, var sonur William Smith, kendi tíðindamaðurin Sonne Smith. Hann fegnaðist um, at málningurin nú er komin aftur til Vágs. 

 

Sonne Smith var annars ikki ørindaleysur í Vági. Hann og Gissur Patursson vóru frásøgumenn, og diskarar, tá stóra konsertbrakið endaði Ljósfestina leygarkvøldið.

 

Nærri kann lesast um málningin her:

 

in.fo - fyrst og fremst

 

 

 

 

 

Mynd: Majken Sandá