Nyttar einki at iðra seg

Á Skála ásanna tey, at tað ikki longur er upp til teir at gera av, hvørt talan verður um gull ella ikki. Men teir staðfesta, at tað nyttar einki at iðra seg um tað, sum er farið

Fótbóltsprát

- Hatta var øgiliga deiligt. Vit hava ikki havt tað alt ov lætt seinastu vikurnar, og serliga var tapið á Sevmýri herskin biti hjá okkum. So tú kanst ætla, at vit vóru glaðir
Soleiðis segði Bogi Gregersen, tá vit fingu orðið á hann, eftir at Skála sunnudagin vann lykladystin á Eiði, og soleiðis framvegis er partur av gullstríðnum.
Teir so væl kendu marginalarnir hava annars ikki verið við Skála seinastu tíðina, men hesa ferð helt Bogi, at úrslitið kundi koppað báðar vegir.
- Tað var kanska eisini tað, sum gjørdi tað so stuttligt fyri okkara viðkomandi. Vit hava spælt hópin av jøvnum dystum seinastu tíðina, men hesa ferð koppaði tað so til okkara fyrimun.
Og nú hava tit framvegis møguleikan fyri gullinum. Er tað nakað, sum tit hugsa um?
- Ikki so øgiliga nógv. Fyrst og fremst, so ræður um hjá okkum at vinna seinasta dystin. Undan hesum dystinum settu vit okkum fyri, at fingu vit seks stig í teimum báðum seinastu dystunum, so fingu vit í minsta lagi silvur. Sjálvandi kann tað framvegis gerast talan um gull, men tað er so ikki nakað, sum vit gera av. Og í øllum førum er silvur eitt betri, enn vit fingu í fjør.
Men iðra tit tykkum ikki eitt sindur um mongu stigamissirnar seinastu tíðina?
- Sjálvandi hava vit mist fleiri heldur óneyðug stig. Men tað hjálpir bara einki at hugsa um tað. Tú skalt eisini hugsa um, at bæði B36 og HB eisini hava mist tað, sum tey helst halda vera óneyðug stig, so í so máta standa vit líka. Og vunnu vit ikki á Eiði, so kundu vit kanska enda á fimta plássinum, so tað er fyrst og fremst tað, sum vit nú fegnast um.
Og hetta er væl undir øllum umstøðum meira hugaligt, enn talan var um fyrstu árini í bestu deildini.
- Sjálvandi. Ikki tí, tá var tað eisini stuttligt, tí vit ár um ár bjargaðu okkum við einum ótrúligum endaspurti. Men hetta er nakað heilt annað. Nú stríðast vit fyri at halda okkum í oddinum, og tað er alt annað líka nakað væl hugaligari, staðfesti ein væl nøgdur Bogi Gregersen at enda.