"You Complete Me" kallast lagið hjá Sakaris, sum nýtt videolag nú er gjørt til.
Talan er um eitt lag, sum verður at hoyra á EP'ini "Domestik Disko 106", sum kemur út um eina lítla viku, hin 20. januar.
Sakaris Emil Joensen hevur leikstjórnað og klipt videolagið sjálvur.
Linn Miriam Gjeruldsen hevur sniðgivið, Janus Rasmussen hevur filmað, og Sigrún Hanna Ómarsdóttir hevur gjørt effektir.
Umframt Sakaris Emil Joensen síggja vit í videolagnum Emily Reise og lítla Leó.
##med2##