Hetta hevur verið søguliga gott ár hjá KÍ, og tað sæst aftur í nýggjum video, sum er gjørd til sangin "Sigurin til Klaksvíkar".
Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og nú er nýggj innspæling gjørd í sambandi við gylta KÍ árið.
Victoria á Lakjuni og Paula á Lakjuni syngja fyri, og aftrat sær hava tær nógvar kórsangarar – eitt nú spælarar á kvinnuliðnum og mansliðnum hjá KÍ.
Eyðbjørn Jacobsen hevur filmað og sett video saman. T
að kann síggjast her:
##med2##
Sigurin til Klaksvíkar
Sangur: Victoria á Lakjuni Paula á Lakjuni
Tónleikarar: Páll Sólstein & Klaksvíkar Hornorskestur
Øll onnur ljóðføri: Mikkjal Hvannastein
Kór og røddir: Karl Martin Samuelsen, Rakul Ró Steintórsdóttir, Maria Biskopstø, Natalia Joensen, Jón Jacobsen, Heri Ósa, KÍ kvinnur & KÍ menn
Upptikið í Studio Mike Klaksvík
Filmað og sett saman: Eyðbjørn Jacobsen
Upptøkur: Raclip og eldri klipp
Orð & lag: Steintór Rasmussen