Nýtt vápn ímóti yvirvekt? Hylkið, sum darrar í maganum

Hylkið er higartil bara roynt við djórum

Í royndini góvu tey seks Yorkshire-grísum hylkið, har tað setti seg í magaslímhinnuna. Tað førdi til, at grísarnir ótu 40 prosent minni yvir 108 máltíðir í tvær vikur. At enda fór hylkið trygt gjøgnum sodningarskipanina eftir umleið fýra dagar. - Foto: (Illustration: Forskerne bag studiet/MIT News)/

Nógv fólk hava higartil prikað seg við klænkiheiliváginum Wegovy. Summi fáa hjáárin sum vaml, fara at spýggja ella bleytan maga. Fyri ikki at tosa um, hvussu dýrt tað er.

Hvat nú, um tey í staðin kundu etið eitt lítið hylkið, sum harafturat einki hevur við heilivág at gera? Tað er endamálið við eini nýggjari uppfinning hjá granskarum á amerikanska universitetinum Massachusetts Institute of Technology (MIT). Tað skrivar Videnskab.dk.

Har hava tey ment ein mekaniskan slankipilla. Jú tað er passar. Tí inni í klassiska hylkinum, sum vanliga hevur onkran heilivág í sær, er í staðin ein lítil »maskina«, sum darrar í maganum og snýtir heilan at halda, at tú ert mettur.

»Hjá summum, ið vilja klænka við at stýra matarlystinum, kann hetta takast fyri hvørja máltíð,« sigur Shriya Srinivasan sambært Videnskab.dk.

Hon er ein av professarunum í biotøkni á Harvad university, men hevur áður verið knýtt at MIT og høvuðsrithøvundur í verkætlanini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Science Advances.

»Tað er eitt frísklit boð upp á eina hálp. Allur heilivágur kann hava hjáárin, og tí er tað gott at hava fleiri klænkiviðgerðir á hillini,« sigur Claus Bogh Juhl, professari og leiðaini yvirlækni, við Videnskab.dk.

Hann er granskingarleiðari fyri Forskningsenhed for Endokrinologi, Syddansk Universitetshospital og Sydvestjysk Sygehus. Hann hevur einki havt við MIT-granskingina at gera.

##med2##

 

Meira kann lesast á: https://videnskab.dk/krop-sundhed/?p=210476

 

 

Í royndini góvu tey seks Yorkshire-grísum hylkið, har tað setti seg í magaslímhinnuna. Tað førdi til, at grísarnir ótu 40 prosent minni yvir 108 máltíðir í tvær vikur. At enda fór hylkið trygt gjøgnum sodningarskipanina eftir umleið fýra dagar. - Foto: (Illustration: Forskerne bag studiet/MIT News)/

Hylkið, ið hevur fingið navnið ’Vibrating Ingestible BioElectronic Stimulator’ (VIBES), er 10 millimetrar breitt og 30 millimetrar langt. - Foto: (Foto: Forskerne bag studiet/MIT News)/