Nýtt undirvísingartilfar um ferðslu til fólkaskúlan

Í morgin verður nýtt frálærutilfar um ferðslu lagt fram á Námi í Havn.

 

Tað eru Ferðslutrygd, Nám og Tryggingarfelagið Føroyar, sum hava verið saman um at gera undirvísingartilfari, sum er til allar flokkar frá 0. til 10. flokk.

 

Tilfarið er talgilt, ókeypis og atkomuligt hjá øllum á www.snar.fo/ferdsla