Nýggja frítíðartilboðið á Frúutrøð er eitt tilboð, har trý frítíðartilboð hjá Almannaverkinum eru løgd saman í eitt tilboð. Talan er um frítíðartilboðið í Svanga, frítíðartilboðið í Ovarugøtu og ein partur av frítíðartilboðnum á Tinghúsvegnum.
Tilboðið er fyri tey, sum ganga í 3. flokki og upp eftir, og tey kunnu koma í tilboðið til tey eru 18 ár. Í nýggja tilboðið koma í løtuni 16 børn og ung.
Endamálið við nýggju frítíðarskipanini er at veita børnunum og teimum ungu ein innihaldsríkan dag við avbjóðingum, upplivingum, stuttleika og nærleika.
Uppgávan er at geva tí einstaka barninum og tí unga umsorgan og stuðul, so tey kunnu kenna seg trygg og mennast. Støði verður tikið í tí einstaka við tí í huga, at øll eru serstøk og hava ymiskan tørv á at mennast sálarliga og likamliga.
Á skránni eru røður og sangframførsla, og ein góður kaffimuður verður eisini at fáa. Verið hjartaliga vælkomin.
Móttøkan verður mikudagin í næstu viku frá klokkan 15 til 17