Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at lata upp eina serstovu, tey kalla Perlan og hon verður ein partur av Barnahúsinum Margit.
Eftir Dagstovnalógini hava allar kommunur skyldu til at veita børnum við serligum tørvi tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi. Og tað skal vera í nøktandi hølum og við nøktandi námsfrøðiligum tilboð, sigur kommunan.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin hevur til uppgávu at røkja hesa uppgávuna og tað er fyri at menna hetta tilboðið, at serstovan, Perlan, nú er sett á stovn.
- Endamálið við Perluni er at savna vitan og starvsfólk við góðum førleikum, soleiðis at børn við serligum tørvi kunnu fáa ta best møguligu hjálpina til at mennast, sigur kommunan
Tað er pláss fyri seks børnum í Perluni. |