”Glasbúrið – 19 stuttsøgur” eitur nýtt stuttsøgusavn, sum júst er komið út. Tað er rithøvundurin Sámal Soll, ið hevur skrivað. Søgurnar í savninum venda sær til ung og vaksin og fevna víða í innihaldi - frá tí spennandi til tað óhugnaliga - við nøkrum kærleikssøgum ímillum.
Hetta er fyrsta stuttsøgusavn, sum Sámal Soll letur úr hondum, hóast hann hevur verið virkin rithøvundur í fleiri ár. Sámal Soll er føddur 25. juni í 1977 í Havn. Hann er útbúgvin cand. mag í enskum máli og bókmentum frá Aalborg universiteti.
Sámal Soll hevur arbeitt í fleiri ár við samskifti og marknaðarføring, men starvast nú sum ensklærari í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann sjálvur gekk í Hoydølum.
Í 2005 varð stuttsøgan Ver ikki bangin vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Árið eftir varð søgan givin út í stuttsøgusavni á 8 norðurlendskum málum. Síðani hava søgur hjá Sámal javnan verið at lesa í tíðarritunum Vencili og Varðanum.
Tað er forlagið Sprotin, sum gevur bókina út og fæst bókin í bókabúðunum kring landið.