Nýtt staklag frá Hamradun

Myndin er frá konsert í París í februar 2023

Føroyski fólkamálmsbólkurin hava nú útgivið annað staklag sítt av komandi heildarútgávuni. Náttargestir snýr seg um at verða einsamallur á ferð í føroyskum fjøllum eftir gomlum bygdagøtum.

 

Á nátt verður alt livandi og so skjótt, sum tað lýsur fyri degi, gerst alt aftur steindeytt. Ein sangur um trøll og huldufólk.

 

Lurta eftir 'Náttargestir' her

 

Nætur Níggju

Triðja útgáva Hamraduns verður útgivin 4. mai, og er ein blanding av egnum løgum og gomlum sangum, sum eru framførdir í besta tunga og fólksliga Hamradun stíli.

 

Myndin er frá konsert í París í februar 2023