Nýtt smittumet við koronu

1125 tilburðir vórðu staðfestir í gjár

 

Í gjár vóru 1125 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð. 3782 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

 

Hetta er sostatt nýtt smittumet. Positivprosentið er 29,75.

 

Í løtuni eru 4971 smittað við korona, tvey eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 19 eru deyð við korona í Føroyum