- Tað er sjálvandi øgiliga keðiligt, at tað eru so nógv ferðamannaskip, ið hava avlýst túrar, men vit ætla okkum ikki at leggja okkum niður og geva upp.
- Nei, vit fara at leggja okkum eftir at geva teimum eina góða uppliving tá tey koma, og fara veruliga at spíla okkum út.
Orðini eigur Theresa Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn, sum fyrr í dag flutti fram røðu á ráðstevnuni Ferðavinnan 2016 – Hvat, Hvør og Nær, ið Ferðavinnufelagið skipar fyri.
Hon sipaði til nógvu avlýsingarnar frá ferðamannaskipum, ið ikki ynskja at koma til Føroya vegna grindadráp og kravdu fráboðanarskylduni.
Visit Tórshavn hevur eisini fleiri ætlanir fyri hvussu høvuðsstaðurin kann mennast sum ferðavinnustað og bjóða fleiri upplivingar.
Millum teirra vóru fastlagdir ríðitúrar, har ferðafólk fáa møguleikan at ríða í fjøllunum runt høvuðsstaðin og sokallaðar kanaltúrar, har RIB62 skipar fyri túrum í Nólsoyarfirði, har fólkini umborð fáa kunning um tað tey síggja.
Theresa Kreutzmann eftirlýsti eisini nýhugsan í ferðavinnuni, tí sum hon málbar seg, so er segmenti av ferðafólkum broytt.
- Vit hava tørv á nýhugsan. Vit kunnu ikki hugsa ov siðbundið um ferðavinnuni, tí hon broytist. Vit hava fingið eitt nýtt segment av ferðafólkum, ið koma á gátt hjá okkum í Visit Tórshavn. Har tey fyrr vildu vita um hvat klokkan ein bussur fór, so vilja hesi vitja hvussu tey sleppa upp á Slættaratind ella hvussu tey sleppa upp á Enniberg.
- So vit brúka øgiliga nógva tíð upp á at ringja runt til fólk, ið kunnu vísa hesi fólkini runt. Vit hava tørv á fleiri fólkum, ið kunnu skipa fyri føstum túrum í fjøllunum kring Føroyar.