Felagið Baglhólmur í Vági hevur nú keypt partrolaran Skúgv frá Faroe Origin. Skúgvur er fyrrverandi Nesborg, sum fyrr var heimahoyrandi í Vági og tá partrolaði við Bliki, sum Faroe Origin eisini keypti. Gamli Nesborg, núverandi Skúgvur vendur sostatt aftur til Vágs og skiftur samstundis navn til Lopranshólmur.
Skipið kom á Vág klokkan 18:00 í kvøld.
Alex Vilhelm, reiðari, sigur í stuttari viðmerking, við Suðuroyarportalin, at teir eru fegnir um at tað bar til at keypa trolaran, sum í fyrsta umfari fer at partrola við Tórun K., sum felagið eisini eigur.
Mynd: ES/DO