Myndir: Nýtt skip: Ango komið til Vágs

Fyri einum tíma síðani, klokkan 13:00, stevndi nýggja skipið, ið hevur fingið navnið Ango, inn á Vág.

 

Gamla Ango fer úr flotanum. Reiðaríið, sum hevur átt uppsjóvarskipið, Ango í eitt knapt ár, hevur keypt uppsjóvarskipið, Hoffell, í staðin. Skipið verður riggað til makrelfiskiskap.

 

Hofell, sum nú eitur Ango, er væl betri skip enn gamla Ango, sum fer úr flotanum. Reiðaríið Asbjørn í Hirtshals hevur selt Hoffell til Føroya, og keypt Ango. Prísmunurin er seks milliónir krónur, sambært KVF og Suðurrás.

 

Í løtuni er móttøka fyri skipinum í Vági.

 

##med2##

 

Myndirnar tók Tórhallur Áslaksson

 

##med3##

 

Myndir: Finn Johannesen:

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##