Nýtt sjónbandalag frá Gretu

Síggj nýggja sjónbandalagið frá Gretu Svabo Bech her

Greta Svabo Bech hevur júst kunngjørt eitt nýtt sjónbandalag. Fyri nøkrum døgum síðani kom lagið Broken Bones á marknaðin, og nú er so eitt tilhoyrandi sjónbandalag komið út, sum tú kanst síggja HER.

 

Greta Svabo Bech hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Ikki minst tá tað kom fram, at Cher hevði keypt lagið My Love frá Gretu, sum er við á nýggjastu fløguni hjá heimskendu songkvinnuni.


25 ára gamla Greta hevur fyrr í ár givið løgini Circles og Shut Up & Sing út. Hesi hava fingið sera góða móttøku.


Umframt tað hevur Greta Svabo Bech eisini verið tilnevnd eina Grammy virðisløn saman við Deadmou5 fyri Best Dance Recording í 2012. Hetta var fyri lagið Raise Your Weapon.


Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við Gretu Svabo Bech. Sosialurin kann keypast HER.