Nýtt Sjálvstýri hevur í kvøld tikið seg úr samráðingunum um eina nýggja samgongu. Tað váttar formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, fyri in.fo.
- Vit hava meldað okkum úr samráðingunum vegna ósemjur um førdan politikk. Vit kundu ikki ganga við til eina uppboðssølu av øllum fiskirættindum. Harumframt kravdu hinar flokkarnar, at tað skuldi staðfestast í samgonguskjalinum, at hjúnabandslógin skal broytast, meðan vit vildu hava hana út til fólkaatkvøðu. Tað vóru tey tvey knútapunktini, ið skiltu okkum, sigur Jógvan Skorheim í stuttari viðmerking.
Harvið eru tað nú Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, ið tingast um eina nýggja samgongu. Samanlagt hava teir flokkarnar 17 tingfólk, men nógv talar fyri, at Annika Olsen fer upp í Framsókn og harvið fær samgongan 18 tingfólk.