Innlendismálaráðið hevur í skrivi góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.
Tað var hin 12. mars í ár, at Tvøroyrar býráð samtykti broytingaruppskot til byggisamtyktina við bedingina og á Tanganum á Tvøroyri.
- Almenna framløgan var frá 25. mars til 18. apríl 2013 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin var 9. mai 2013. Tá freistin var úti, var eingin kæra komin, sigur kommunan.
Lagt verður aftrat, at talan er um at víðka havnaøkið við bedingina og neystaøkið framman fyri ætlaða kappróðrarneystinum og Naddoddaneystinum á Tanganum.
- Tað, sum ger tað neyðugt at víðka havnarøkið við bedingina er, at har skal byggjast ein 25 metra langur pierur.
Tvøroyrar kommuna sigur, at ætlanin er at byggja nýtt róðrarneyst á Tanganum.
- Tað, sum fer út um verandi neystaøki í byggisamtyktini, er drátturin og ein minni bryggja, veit kommunan at siga.