Nýtt pyramiduspæl á alnetinum

Í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum vóru sokallaðu ketubrøvini sera væl umtókt av mongum føroyingum. Tey, ið byrjaðu spælið, vunnu sær heilt fitt av peningi, men ein dagin leyp ketan av, og tá høvdu fleiri mist meira enn tey, sum høvdu vunnið. Sostatt fór hettar spælið sum frálíður í ommu sína.

 

WGI er heitið á einum øðrum pyramiduspæli, sum sá dagsins ljós í byrjanini av nullunum.

Stílurin var hin sami eins og við keturbrøvunum, men eitt sindur meira fjølbroyttur og moderniseraður.

 

Tú fekst tína egnu heimasíðu, sum vísti nakrar kurvar og stabbar, sum eingin skilti, og so skuldi tú bert finna eina ørgrynnu av fólki, ið vildu seta pening í fyritøkuna - og vuipti - so vart tú millióningur restina av ævi tíni.

 

Hópin av føroyingum settu pening í hetta ævintýrið, og øll mistu. Summi 5.000 krónur, onnur um 100.000 krónur.

 

Fyri bert fáum árum síðani sá eitt nýtt pyramiduspæl dagsins ljós. Ein kendur føroyskur handilsmaður sló seg saman við einum norðmanni, ið átti eina fyritøku, ið framleiddi kreativar leikur.

 

Norðmaðurin fekk føroyska handilsmannin at hjálpa sær við at fáa føroyingar at seta pening í virkið. Minsta mark var 300.000 krónur, og um so var, at tú setti hesa upphædd á kontoina hjá fyritøkuni, vildi tú fáa útgoldið 200.000 krónur um árið restina av ævi tíni. Og eins og við ketubrøvunum og WGI, kundi tú vinna enn fleiri pengar um tú fekk onnur at seta í.

 

Nógvir føroyingar tóku av tilboðnum, og hópin av milliónum vórðu fluttar til norsku fyritøkuna. Hóast fleiri ár eru liðin síðani tey fluttu peningin, hevur eingin enn sæð so mikið sum skuggan einum avkasti.

 

Herfyri setti ein føroyskur útiseti seg í samband við ein annan útiseta. Hann boðaði frá, at hann var limur í einum norskum felagsskapi, ið sum nakað nýtt, var farin í holt við at selja fiskaolju í Danmark.

 

Samstundis fekk hann at vita, at um hann setti í minsta lagi 10.000 krónur í fyritøkuna, og annars fekk onnur at seta í, fór hann at gerast ein múgvandi maður. Uppringdi føroyingurin svaraði, at hann ikki á nakran hátt var áhugaður í at gerast limur í felagsskapinum.

 

Tíðin fer at vísa, hvussu hettar oljuævintýrið fer at spæla av.