Føroysku svimjararnir hava í kvøld aftur svomið á oyggjaleikunum.
Tað bleiv til 11 heiðursmerki til føroysku svimjararnar. Fýra gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.
Serliga í 200 metrar blandað stafettini hjá kvinnum, gekst okkara væl. Tær fýra, Astrið Foldarskarð, Ásbjørg Hjelm, Sára Nysted og Signhild Joensen vunnu gull, og settu nýtt oyggjaleikamet. Hetta var eisini nýtt føroyskt met. Tíðin tær brúktu var 1:57.06.
Heiðursmerkini í kvøld vóru annars soleiðis:
4 gull (Sára Nysted 800 frí, Pál Joensen 400 frí, Pál Joensen 200 frí, blandað 200 metrar stafett kvinnur)
4 silvur (Vár Eidesgaard 800 frí, Alvi Hjelm 400 frí, Pál Joensen 50 metrar bringu,Astrið Foldarskarð 50 metrar firvald)
3 bronsu (Ásbjørg Hjelm 200 bringu, Óli Mortensen 200 frí, Sára Hjelm 200 metrar blandað)
Eyðbjørn Joensen vann upprunaliga bronsu í 50 metrar bringu eisini, men varð kolldømur.