Nýtt og gott gamalt í Kelduni

Zamar, Kvartettin í Betesda og Duettin í Betesda fara at framføra nýtt og gott gamalt í Kelduni í Skálabotni fríggjakvøldið 13. desember,

Zamar, Kvartettin í Betesda og Duettin í Betesda fara at framføra nýtt og gott gamalt í Kelduni í Skálabotni fríggjakvøldið 13. desember,

Allir bólkarnir eru plátuaktuellir, Zamar gav fyrri í ár nýggja fløgu út, ið nevnist "Lat ljósið brennast, meðan Kvartettin í Betesda júst hevur givið útgávuna "Dýrindarlandið" út. Báðar útgávurnar eru innspældar í USA.

Á útgávuni hjá Kvartettini í Betesda er eisni ein sangur við Duettini í Betesda. Teir báðir Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, ið manna Duettina góvu fyri 40 árum síðani út ein ep við 4 sangum, síðani tá hevur lítið veri at hoyrt til hesar báðar sum duett. Men nú teir vóru í USA og spældu inn við kvartettini, varð ein sangur innspældur við teimum, og nú kunnu vit eisini uppliva teir á konsert. Omanfyri kunnu tit hoyra sangin.

Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 20.30 fríggjakvøldið 13. desember