Nýtt navn og nýggjan nevndarlim

Umstøðurnar eru nógv batnaðar, men stórar avbjóðingar liggja fyri framman

- Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár.

 

Soleiðis tekur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, samanumárið hjá felagnum.

 

MBF hevði  aðalfund í gjárkvøldið, og har varð samtykt, at felagið skal ikki longur eita ”Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum”, men ”Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum”  

 

Á aðalfundinum fekk felagið eisini ein nýggjan nevndarlim. Yvonna Hjaltalin, hevur sitið í starvsnevndini seinastu fýra árini, og hevur verið næstforkvinna seinastu tvey árini, kundi ikki stilla uppaftur.

 

Ístaðin fyri hana varð Jákup Danielsen fyri Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum, valdur í nevndina. Tað er hann, sum er á myndini.

 

- Seinasta árið hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri MBF, sigur Tóra við Keldu. Ein av stóru hendingunum var frágreiðingini um ST sáttmálan um rættindini hjá teimum, ið bera brek, og sum varð send ST nevndini í januar.

 

Tvær ferðir var MBF í ST, og hildið røðu fyri ST nevndini um viðurskiftini í Føroyum. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit longu nú síggja úrslit, sigur hon.

 

Hon heldur, at umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, eru ymiskar, og tað veldst um, hvørjum sjónarhornið tí sært støðuna úr.

 

- Sum heild er hugburðurin hjá føroyingum opin og vit kunnu vera samd um, at umstøðurnar eru betraðar seinastu árini, sigur hon.

 

- Avbjóðingin í komandi tíð, verður avgjørt at fáa tað, sum longu er sett á skinnarar innan útbúgving, bústaðir og atkomu sum heild, sett í verk, so at vit veruliga síggja munagóðar loysnir, sum gagna teimum, sum hava tørv á teimum, leggur hon afturat.