Í føroysku miðnámsskúlunum er vanligt, at allir skúlar hava eitt næmingaráð. So er sjálvandi eisini í størsta miðnámsskúlanum í landinum, sum er Studentaskúlin í Hoydølum.
Næmingaráðið í Hoydølum hevur til endamáls at umboða næmingar skúlans. Eisini er tað næmingaráðið, ið skipar fyri árligu og obligatorisku veitslunum fyri næmingum skúlans, ið eru tvær í tali. Hesar veitslur bera einføldu og snøggu heitini ,,Jólaveitslan” og ,,Várveitslan”.
Í næmingaráðnum í Hoydølum eru fimm sessir. Longu undan ársins vali var greitt, at minst tveir nýggir limir skuldu veljast í næmingaráðið. Jógvan í Dímun, sum í farna skúlaári var formaður, og Pætur Jákupsson, ið var næstformaður, fingu báðir prógv í summar, og ganga teir tí ikki á skúlanum longur. Eyðun Poulsen, Eva Winther Nagata og Jónas Højgaard umboðaðu eisini næmingaráðið í fjør, og øll hesi trý stillaðu upp aftur í ár.
Átta næmingar úr skúlanum valdu at stilla upp í ár. Afturat teimum omanfyri nevndu stillaðu Róði Dam Dalsgaard, Ari Sondum Rasmussen, Bjarni Rasmussen, Martin Otto Petersen og Martin Johansen upp til næmingaráðsvalið.
Næmingar skúlans settu krossin mikudagin, og í gjárkvøldi bleiv úrslitið síðani kunngjørt. Hesi fimm blivu vald inn í næmingaráðið:
Martin Johansen 13f (3.G) 156 atkvøður
Eva Winther Nagata 13ð (3.G) 150 atkvøður
Bjarni Rasmussen 14u (2.G) 86 atkvøður
Jónas Højgaard 13b (3.G) 81 atkvøður
Ari Sondum Rasmussen 15b (1.G) 52 atkvøður
Tískil eydnaðist tað Evu Winther Nagata og Jónasi Højgaard at blíva endurvald í næmingaráðið, meðan Eyðun Poulsen, sum hevur verið í næmingaráðnum tvey tey seinastu skúlaárini, fall.
Stóri atkvøðuslúkurin gjørdist tó Martin Johansen, ið við sínum 156 atkvøðum fekk flestar atkvøður av øllum valevnunum. Úrslitið gerst enn meira hugtakandi, tá ið hugsað verður um, at 19 ára gamli drongurin ongantíð áður hevur verið í næmingaráðspolitikki.
Tað tykist sum, at orsøkin til rimmar valið hjá Martini var tann, at hann hevði ein greiðan og einfaldan boðskap sum valagn. Boðskapurin var tann, at árligu veitslurnar skulu skipast enn betur enn áður, og hetta hevur eyðsæð dámað veljarunum í Hoydølum.
- Eg eri takksamur fyri hvørja einastu atkvøðu, og fegnist eg um álitið, ið er givið mær. Nú verður farið til verka við góðum treysti, og mín partur skal so ikki liggja eftir, sigur Martin Johansen í viðmerking við in.fo.
Nýggja næmingaráðið skal hava fund í næstum, har tað skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara.