Nýtt met til Valborg

Valborg Heinesen setti persónligt met mikukvøldið, tá hon tók lut í danskari rennikapping

Mikukvøldið tóku tær báðar Valborg Heinesen og Marna Egholm lut í Mini Havneløb á 10 km teininum. Talan er um góðkenda kapping, sum Sparta skipar fyri.

 

Á heimasíðuni fif.fo verður skrivað, at Valborg var við í stríðnum um oddasessin allan vegin. At enda varð hon tó noydd at lata aðra kvinnu fara framvið, men tað eydnaðist Valborg at seta nýtt persónligt met. Tíðin mikukvøldið var 37.01, og er hetta ein betran upp á átta sekund í mun til gamla persónliga metið, sum hon setti í DM-kappingini í mars.

 

Marna Egholm kom á mál sum nummar fimm við tíðini 38.05.