Nýtt met á Vága floghavn

Danska flogfelagið DAT lendi í dag á Vága floghavn við størsta ferðafólkaflogfari, sum nakrantíð hevur lent í Vàgum

Eini 40 flogfør fara at lenda á Vága floghavn í dag. 14 hava longu verið á vøllinum, og tá mest stóð á, vóru 12 flogfør á vøllinum samstundis.

 

Umframt at dagurin var serligur, tí at tað var sólarmyrking, so er hann eisini serligur fyri føroyska flogvinnu við tað, at danska flogfelagið DAT setti met, tá ið tað setti seg við teirra MD83 flogfari, sum er størsta ferðafólkaflogfar, sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum. Flogfarið er 45 metur langt og tekur 168 ferðafólk. Airbussarnir hjá Atlantsflog taka 144 ferðafólk.

 

Sagt verður av flogvøllinum at tað hevur gingið stak væl at fáa ferðsluna frá hondini, og at ferðafólkini lata væl at tænastuni, sum tey fáa í Føroyum. Løgreglan boðar eisini frá, at teir hava úr at gera, við at stempla pass hjá ferðafólkum, ið ynskja stempul í passið hendan merkisdag.