Hettar er seinasta lagið í eini røð av fýra løgum, øll á føroyskum. Lagið eitur »Minnið«, og er ein duet við Eivør. Knút Háberg Eysturstein spælir Juno-synth, og gevur hesum annars jarðbundna lagi, ein rúmdarkendan dám.
Umframt, at hettar er fyrstu fer at Høgni fremleiðir sín tónleik sjálvur, er hettar eisini fyrstu løgini Høgni syngur á føroyskum. Fyrsta lagið í røðini nevndist »Fólkið í Sprekkunum«, og gjørdist »Plettskotið« hjá Kringvarpinum beint áðrenn tað kom út 1. august. Lagið »Drukni« kom út 22. august. »Villir Hundar« kom út 12. september. Og fjórða og seinasta lagið í røðini, »Minnið«, kemur út í dag, 3. oktober.
– Hyggja vit at youtube hagtølum, so sæst, at tónleikurin hjá Høgna er serliga væl umtóktur í USA, UK, Canada, Australia og Týsklandi. Fyrr í ár hevur Høgni havt upp til 150.000 plays um mánaðin á Spotify og 250.000 plays um mánaðan á síni youtube-kanal (youtube.com/ hognilisberg). Í 2012 hevði Høgni lag við í landsdekkandi sjónvarpsátaki í USA hjá CBS fyri US Open í Tennis, og í ár eydnaðist aftur at fáa eitt lag við, nevniliga lagið »Soul Company«. Í løtuni hevur Høgni lag við í landsdekkandi sjónvarpsreklamu í Avstralia, skrivar Høgni í tíðindaskrivi.
Høgni gevur í dag sín tónleik út digitalt um allan heim á egnum plátufelag, Mahogni Music. Tutl tekur sær av allari fløgusølu.
Lagið hoyrist HER