Nýtt koronubrigdi við hjánavninum Eris er staðfest í Svøríki

Umleið 50 lond hava skrásett eitt nýtt koronubrigdi, sum kann hava fingið alheims smittutølini at hækka.

 

Svøríki hevur skrásett fyrstu tilburðirnar av smittu við einum nýggjum koronubrigdi, sum hevur fingið tilnevnið Eris og er í familju við omikronbrigdið.

Tað skrivar svenska kringvarpið.

Eris – ella EG. 5, sum tað alment eitur, er higartil skrásett í umleið 50 londum. Í Svøríki er tað tíggju prosent at smittuførunum.

Tað er tó eingin orsøk at óttast. Tað sigur Magnus Gisslén, professari, sum í september tekur við sum ríkissmittufrøðingur í Svøríki, við svenska kringvarpið, SVT.

– Tað er eingin orsøk at halda, at hann gevur álvarsligari sjúku, sigur hann.

Sambært tíðindastovuni AFP verður brigdið mett sum verandi lutvíst smittandi. Hildið verður tó ikki, at hann gevur serliga ring sjúkueyðkenni.

 

##med2##

Heimsheilsustovunurin WHO hevur lýst Eris sum eitt »áhugavert brigdi«. Samstundis upplýsir felagsskapurin í dag, at alheims smittutølini eru hækkað við 80 prosentum seinasta mánaðin.

Sambært WHO vóru frá 10. juli til 6. august skrásett hálvonnur millión nýggj koronutilburðir. Tað var 80 prosent meira enn undanfarnu 28 dagarnar.

/ritzau/