Nýtt kampingpláss og frtíðarøki í Havn

Nú er ætlanin at gera nýtt kampingpláss í Havnini við øllum hentleikum

Ætlanin er at gera nýtt campingplássi í Havn, sum skal verða við Hoydalsá, ímillum Villingadalsvegin og Sundsvegin, nakað oman fyri økið Undir Brúnni.

Tað sigur Rás2 í dag. 

 

Talan er um eina privata verkætlan, har Júst Rubeksen hevur søkt býráðið um at fáa fáa loyvi at brúka stykkið til endamálið.

 

Tilsamans er stykki á einar 32.000 fermetrar, og á tí er ætlanin at gera felagshús, veitsluskála, smáttur, hús til tænastur, so sum wc og bað, tjaldingarøki, parkeringspláss, spælipláss og annað.

 

Har verður eisini pláss fyri 23 kampingbilum, pláss fyri 40 kampingvognum,

 

Í hesum sambandi verður neyðugt at broyta byggisamtyktina og mánakvøldið samtykti býráðið einmælt at fara undir ta tilgongdina.

 

Myndin av stykkinum er av heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráði.