Kostnaðurin fyri skipið er í løtuni mettur til 170 mió.kr. Prosjekteringin hevur verið í gongd í alt 2024, og er nú at kalla liðug. Fyrst í komandi ári verður farið í gongd við at finna 5-6 skipasmiðjur, sum skulu undangóðkennast, áðrenn tær verða mettar egnaðar til at bjóða upp á byggingina. Hesum greiðir Strandferðslan fíggjarnevndini hjá Løgtinginum frá í sambandi við arbeiðið at gera fíggjarlóg fyri næsta ár.
– Tá ið byggisáttmáli er undirskrivaður, kann verða farið í gongd við at strekkja kjølin. Tað er ikki óvanligt í samband við skipabygging, at fyrsta ratan fellur til gjaldingar við sáttmálaundirskrift og onnur ratan, tá skrokkurin verður strekturm skrivar Strandferðslan.
– Verður byggisáttmáli undirskrivaður við skipasmiðju um heystið, fellir fyrsta ratan til gjaldingar tá, tvs í 2025. Jú fyrr byggisáttmálin verður undirskrivaður, jú fyrr kann verða farið í gongd við at strekkja kjølin.
##med2##
Støddin á fyrstu ratu kann vera ymisk. Tað kann bæði vera 10%, 15% ella 20% av sáttmálaupphæddini. Í onkrum førum hava avtalur um sonevnda rentukompensatión verið at sæð, um ein rata/játtan ikki dekkaði gjaldstørvin hjá skipasmiðjuni, sum byggir.
– Tað er møguligt í útbjóðingartilfarinum at áseta stødd av, og hvussu ratirnar skulu fella. Síðani er tað upp til tilboðsgevararnar at meta, um tørvur er á at leggja inn í tilboðið upp fyri rentukostnað, um mett verður, at gjaldsprofilurin ikki samsvarar við gjaldstørvin í byggitíðini. SSL ynskir, at skipið er liðugt bygt í seinasta lagi ársskiftið 2027/28, skrivar Strandferðslan til fíggjarnevndina.