Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag hevur í dag sett nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á NM/NJM 2015 í Bergen svam teinin uppá 1:04.43. Tað skrivar svimjing.com. Besta tíð hjá honum var 1:05.56 frá HS-stevnu í november mánaða, meðan Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti juniormetið á 1:04.77 frá FøroyaMeistarastevnuni í 2013. Tað var tó ikki nokk til at tryggja sær pláss í finaluni.
Fyrsti dagurin hevur annars hilnast væl hjá føroysku svimjarunum. 10 føroyskir svimjarar hava vunnið seg í finalurnar í norðurlendsku meistarakappingini, sum vera í kvøld.
Alvi Hjelm skal svimja finalu í 200 m frí og 200 m blandað, Beinta Debes skal svimja finalu í 100 m bringu og Lena Ranváardóttir í 800 m frí.
Hjá juniorunum skulu Ásbjørg Hjelm svimja finalu í 100 m bringu, Signhild Joensen í 200 m rygg, Sára Nysted í 200 m blandað og 800 m frí og Vár Eidesgaard eisini í 800 m frí. Marius Garðshorn skal svimja finalu í 1500 m frí.
Finalurnar byrja nú klokkan 16.30 og ein leinkja til video er at finna á svimjing.com.