Nýtt hondbóltsfelag í Klaksvík

Kunningarfundur um ætlanina um nýtt hondbóltsfelag í Klaksvík

 

– Team Klaksvík og Stjørnan ætla at ganga nýggjar leiðir og menna hondbóltin meira í Norðoyggjum og ætla at leggja kvinnu- og manshondbóltin saman og stovna eitt nýtt felag. 

 

Hesum boðar Team Klaksvík frá á Facebook:

– Vit bjóða tí øllum áhugaðum og limum til ein kunningarfund mánadagin 17. mars kl.19.00 í skúlastovunum KÍ høllini. Feløgini leggja fram grundgevingar og ætlanir í framtíðini.

Møguleiki verur at seta spurningar til nevndarlimirnar.

Spurningar kunnu eisini sendast á teldupost teamklaksvik@teamklaksvik.fo ella info@stjornan.com

Við hondbóltskvøðu 

Team Klaksvík og Stjørnan