Áhugafelagið Heimavirkni fer í næstum til verka við sølustaði í Heiðunum, har limir fáa høvið at selja heimavirkað pløgg og lutir. Sølustaðið verður á Heiðavegi 50 í Saltangará, beint yvir av kiosk Vár, og ætlanin er at lata upp 2. juni.
Tað sigur Jan Nielsen, sum hevur verið primusmotorur fyri átakinum at seta á stovn heimavirki í Eysturoy.
Hann vísir á, at aðalfundur við kunning og møguleika fyri nýggjum limum at tekna seg verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin mánakvøldið 19. mai klokkan 19.
- Á fundinum verða viðtøkurnar viðgjørdar, eins og arbeiðsbólkur verður settur at skipa sølustaðið. Umframt sølu er hugsanin eisini at skipa fyri skeiðum, verða við í stevnum av ymiskum slagi og at skipa fyri tiltøkum.
Felagið varð formliga sett á stovn hin 1. mai, og nevndin er skipað soleiðis: Marjun Berg, Runavík, forkvinna, Petsia Skibenæs, Skipanes, næstforkvinna, Jan Nielsen, Skipanes, peningarøkil, Elspa Petersen, Oyrarbakki og Karin Elisa Svøðstein, Lamba, eru nevndarlimir.
Jan Nielsen sigur, at Runavíkar kommuna hevur víst felagnum áhuga og ásannar, at tørvur er á tílíkum virksemi í økinum, og tí hevur kommunan eisini stuðlað tilgongdini at seta á stovn felagið.
- Í stuttum kann sigast, at felagið er sprottið úr mentanarvikuni, sum var síðst í oktober í fjør, har fleiri á ymiskan hátt vóru virkin. Tosað hevur verið saman, og mett hevur verið, at tørvur er á tílíkum felag um hesar leiðir, sigur Jan Nielsen.










