Í góðveðrinum í Fuglafirði í dag, hósdagin 2. juli, varð nýggi graslíkisvøllurin í Fløtugerði alment tikin í nýtslu.
Talan er um Domo Varioslide S Pro 50 við sandi sum eisini er lagt á ávísar aðrar vøllir í landinum.
Graslíkið er 50 mm., og Fuglafjarðar kommuna hevur eisini avtalað keyp av tveimum FIFA málum úr aluminium við neti og hornafløggum.









