Nýtt gallarí letur upp í Havn

Tað eru hjúnini, Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka Gallarí Havnará, sum heldur til í hølunum, har Tórs Cafeteria húsaðist. 

Í morgin, hósdagin 16. desember, letur nýtt gallarí upp í Havn.

 

Fyrsta framsýningin er við so navnframum listafólkum, sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson. 

 

Nýggju framsýningarhølini kallast Gallarí Havnará, sum heldur til í niðastu hædd í søguligu húsunum, har Tórs Cafeteria í sínari tíð húsaðist. 

 

Millum Viðarlundina og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlið perla í Havn.

 

Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á Gallarí Havnará.

 

Tað eru hjúnini, Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið.

 

Framsýningin, sum letur upp í morgin klokkan 16, verður opin hvønn dag fram til 22. desember frá klokkan 15 til 18.