Nýtt frá Sakaris á veg

Eitt av mest spennandi elektronisku tónleikanøvnunum Sakaris fer í næstum at geva trý nýggj løg út.

Tað eru nøkur ár síðan at fløgan “I Have Beautiful Eyes” kom út, og flutti fyrrverandi Boys In a Band og Lama Sea bassleikaran, frá lovandi til sannførandi tónasmið.

Seinastu árini hevur Sakaris spælt undir egnum navni, umframt sum tónleikari hjá Marius, Orka, Gretu Svabo Bech og Heiðrikki á Heygum.

Men nú kemur nýggjur tónleikur frá Sakaris. Fyrsta lagið “Score Music” kemur út 4. apríl. Sakaris sigur, at hetta er ein groovy tjóðsangur til ein tapara í náttarlívinum, ein anti skori sangur. Hann handlar um ikki at skilja konufólk, og teksturin er pessimistiskur og heldur láturligur, meðan tónleikurin leggur upp til damur og sjampanju.