Fríggjadagin kemur nýtt kykmyndalag við gittar og sang duoini Guðrun og Bartali, hetta sæst á youtube lokkibita, ið tey hava lagt á netið.
Tað er Helga Djurhuus, ið hevur gjørt kykmyndalagið.
Guðrun og Bartal gjørdu veruliga vart við seg í fjør, tá debutútgávan “Vónin er” kom út. Teirra sermerkti og egni stílur, ið hevur fantastisku røddina hjá Guðrun og inniliga gittarspæli hjá Bartal í fokus, hevur vunnið teimum nógvar fjepparar, og fleiri útvarpshitt.
Nýggja lagið kann altso hoyrast og síggjast fríggjadagin, og at døma eftir lokkibitanum er tað í stíli í trá við restina av teirra tilfari.










