Edmund Jacobsen, sum er kendur úr Chase, hevur givið út staklagið »Elska við tær«, nú hann skal á pall hjá Summarfestivalinum um slaka viku.
Hann hevur sjálvur skrivað lagið, og talan er um harðan rokk, ið er í sama stíli sum fyrrverandi tilfar úr Chase, sigur Edmund í tíðindaskrivi.
Tónleikararnir á lagnum eru teir Jesper Borg guitar, Kent Svendsen bass, Matthew Anyanwu trummur og Torben Steffensen guitar.
Lagið kann takast niður á iTunes, Spotify ella her










