Nýtt fólk í Fuglafirði og á Skála

Einasta oyggjauppgerðin í Eysturoy í dag verður í Fuglafirði, har Skála kann lyfta seg úr botninum

Tað er sjáldan, at tað sunnudag bara er ein landskappingardystur í Eysturoy, men soleiðis er tað í dag, nú skálamenn eru á veg til Fuglafirðar.

Felags fyri ÍF og Skála er, at liðini í summarsteðginum hava fingið styrk. Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum eydnaðist tað Skála og nýggja venjaranum, Paula Poulsen, at vinna 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Hetta var fyrsti sigurin í ár. Tá vísti Pauli G. Hansen, hvussu týdningarmikil hann er á miðvøllinum. Síðani eru álopsspælarin Ahmed Keita og framrættaði Høgni Midjord komnir aftrat. Skála er niðast, og harvið er dagsskráin at skava stig saman, so tað kann sleppast upp um strikuna.

Um tað eydnast skálamonnum at sleppa úr Fuglafirði við stigi, so flytur liðið av aftasta plássinum, har Skála hevur verið alt kappingarárið. Bæði B68 og Skála hava 9 stig, og B68 spælir ikki fyrrenn í morgin.

Tá ið ÍF vitjaði á Skála 11. mai, varð úrslitið 2-2. Heimaliðið var tætt við at vinna fyrsta sigurin, men Bartal Eliasen javnaði tríggjar minuttir undan leikloki.

-Á Skála høvdu vit møguleikar at leggja okkum framum bæði 1-0 og 2-0. Tað eydnaðist ikki, og so varð tað strevið. Soleiðis rokna vit eisini við, at tað verður í dag. Clayton Soares er komin aftur úr Brasil, og hann sær út at vera væl fyri. Tað er smeitur, at Karl Løkin er leikbannaður. Hetta er fyrsta leikbannið hjá okkum í ár. Fleiri eru á markinum, og tí er tað gott, at vit hava fingið fleiri aftrat, sigur Albert Ellefsen, ÍF venjarin, sum sipar til Boga Løkin, Andrias Poulsen og Jógvan Isaksen.