Nýtt føroyskt met og DM-bronsu til Marnu

Í kapping í Danmark um vikuskiftið vann Marna Egholm bronsu í DM á 10 kilometrum.

 

Meðan heimligu rennararnir stríddust við sjeynda umfar av TF Vetrarkappingini suðuri í Vági, var Marna Egholm í Strib við Middelfart og kappaðist um DM-heitið á 10 km. Betri renniveður enn í Strib í dag, kann eingin ynskja sær. Turt, stilt, kalt og fagrasta sólskin. Rutan var fløt, so roknað var við teimum góðu tíðunum í dag.

 

Kenyanska Silvia Kibberenge og Simone Glad fóru beinanvegin undan restini. Og skjótt høvdu eisini Louise Langelund Batting og Marna Egholm slitið seg leysar, og runnu saman eina løtu. Batting hevði tó ov nógva ferð, so Marna Egholm mátti slaka, og lata hina sleppa undan. Hon hevði tó longu tá fingið eitt fitt hol aftur til nummar fimm, so nú ráddi um at stríðast við at verja fjórðaplássið, sum í veruleikanum var ein DM-bronsa, av tí at fremsta kvinnan hevur kenyanskt pass.

 

Hóast tær trýstu óført aftanífrá megnaði Marna Egholm at standa ímóti. Speakarin royndi at gera kappingina um bronsuna spennandi, men triðjaplássið var rættiliga trygt, tá saman um kom.

 

Og tær góðu tíðirnar, sum fólk høvdu væntað, blivu sanniliga eisini góðar. Allar tær seks fremstu kvinnurnar settu stór personlig met. DM-vinnarin Simone Glad, sum hevur vunnið DM fimm ferðir seinastu seks árini, tók ein heilan minutt av síni bestu tíð, og rann undir 33 minuttir! Hetta var besta tíð av danskari kvinnu í 13 ár. Okkara Marna Egholm setti eisini eitt dygt personligt met og eisini føroyskt met. Tíðin og nýggja metið gjørdist 35.17 min. Til samanberingar kann nevnast, at tá Marna vann silvur á 10.000 metrum á Jersey sídsta summar, var tídin 36.48,24 min. So tað gongur við rúkandi ferð rætta vegin.

 

Tað var annars Joan Bláfoss, sum átti gamla metid í 10 km landaveg. Joan Bláfoss var eisini sera sterkur rennari, og vann DM-silvur á júst hesum teininum bæði í 2009 og 2010! Tíðin í 2009 var 35.32, men kundi tíverri ikki góðkennast sum met. Gamla metið var tíðin frá 2010, sum var 36.37 min.

 

Vit gleða okkum til næsta leygardag, tá vit fara at síggja Marnu Egholm í Runavík, har hon verður við til FM í 10 km, sum eisini verður seinasta umfar av TF Vetrarkappingini.