Nýtt føroyskt bingoforrit

Nýtt føroyskt bingoforrit lættir munandi um hjá teimum, sum skipa fyri bingo

Mánakvøldið 26. januar skipaði Porkeris Fornminnafelag fyri bingo í skúlanum í Porkeri. Hetta var eitt av teimum mongu feløgunum, sum skipaðu fyri bingospæli hetta kvøldið, men tað, sum var øðrvísi við hesum spælinum var, at fyriskipararnir sótu framman fyri eini teldu, sum sjálv leitaði tølini fram og segði tey upp.

Porkeris Fornminnafelag, sum stundum brúkar loysunnarorðið: Tað er á fortíðina, vit byggja framtíðina, setti seg í samband við Flóvin Olsen úr Kollafirði og spurdi hann, um hann kundi gera eitt bingoforrit til felagið. Í Porkeris Fornminnafelag vistu teir um donsk forrit m.a. tað, sum verður nýtt í Gekkinum, men tað, sum vit sjálvir kunnu gera í Føroyum, er ikki neyðugt at leita út um landoddarnar eftir. Flóvin játtaði og fór undir at gera forritið. Sum arbeiðið leið, so komu onnur hugskot, sum tað at leggja røddina til talið, eisini við.

Flóvin Olsen hevur óivað havt nógv arbeiði av at rigga bingoforritið til, tí røddin skuldi passa til tað rætta talið og tað skuldi verða sagt tvær ferðir við ávísum millumrúmi. Røddin á bingoforritinum hjá Porkeris Fornminnafelag er tann hjá Mannbjørn Olsen, sum vanliga rópar tølini upp á bingo hjá felagnum.

Bingospælið riggaði stak væl hetta kvøldið. Fyrst vóru 9 sekund ímillum fyrru ferð, tølini vórðu søgd upp, men tað var í skjótari lagi. Hetta var sjálvandi eingin trupulleiki, tí á forritinum ber til at seta ferðina niður. Síðan varð talið sett til 10 sekund ímillum, og tað var hóskandi ferð hjá teimum flestu.

Bingo byrjaði klokkan 19 og klokkan gott 22 var tað liðugt. Tá hevði ein støðgur verið og eitt eykaspæl var til seinast. Hetta var umleið ein hálvan tíma skjótari enn vanligt.

Porkeris Fornminnafelag plagar eisini at selja lutaseðlar bingokvøldini. Flóvin Olsen hevur gjørt felagnum eitt forrit, sum prentar lutaseðlarnar og eisini dregur millum teir seldu seðlarnar. Hetta lættir munandi um arbeiðið hjá teimum, sum skipa fyri. Lutaseðlarnir verða prentaðir á perforerað pappír, sum Landsprentsmiðjan hevur gjørt fyri felagið. Á lutaseðlarnar ber eisini til at prenta ein sponsor, sum so rindar fyri at hava navnið standandi her. Fyrsti sponsorurin á lutaseðlunum hjá Porkeris Fornminnafelag var Fa. Zach. Müller í Porkeri.

Tá ið lutaseðlarnir verða drignir, verður hægsta talið, sum selt er og tað lægsta sett í básar og eftir einum sekundi eru øll vinnaratølini drigin.

Sum áður sagt lættir hetta bingoforritið munandi um hjá teimum, sum skipa fyri bingospølum. Telduna hetta kvøldið hevði felagið lánt, men tað ætlar í framtíðini at útvega sær eina berbara teldu. Fyri at forritið kann koyra, er tað neyðugt, at teldan hevur Windows 95.

Forritið fæst frá Flóvin Olsen í Kollafirði.