Klaksvíkar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð á oynni.
Avgerð er tikin um, at bygdarhúsið á Húsum, sum í løtuni verður umvælt til endamálið, skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum. Øll miðhæddin í húsinum verður høvuðsumvæld. Trappurnar eru fluttar, kaminan er flutt, gólvhiti lagdur og er ein lítil køkur settur upp. Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini.
##med2##