Nýtt blað áðrenn mánaðurin er úti

Tað er málið hjá Árna Gregersen, nú Dimmalætting eftir øllum at døma ikki kemur út aftur.

Hetta segði Árni Gregersen í tíðindasendingini hjá Rás2 fyrr í dag.

D-Media við hjánøvnunum Dimmalætting og Amtstidende for Færøerne varð stovnað fríggjadagin, og ætlanin hjá leiðsluni hevur verið, at aktiviteturin skuldi flytast í hetta felagið.

 

Tað er tó lítið sannlíkt, at redaktionella manningin verður tann sama, um so er, at nýggja felagið fær blaðútgávu í lag. Starvsfólkini á Dimmalætting kenna seg illa viðfarin, og eitt nú segði fyrrverandi tíðindaleiðarin, Brynhild Thomsen, við Dag og Viku í kvøld, at tað so ikki var Árni Gregersen, sum átti virðislønirnar, sum redaktiónin á Dimmalætting hevur fingið á fakdegnum hjá felagnum Føroysk Miðlafólk tey bæði seinnu árini.

Trýst á pílin undir myndini og hoyrið samrøðuna við Árna Gregersen.