Nýtt akfar ger Posta grønari og skjótari

Posta roynir seg við sermerktum akfari og royndirnar eru góðar

Seinastu tíðina hava fólk lagt merki til eitt rættiliga sermerkt akfar, sum koyrir runt í Havnini við posti

 

Tað er eitt nýtt akfar, sum Posta hevur fingið at royna og sum ger útberingina bæði effektivari og grønari.

 

Tórhallur Thomsen á Posta sigur, at talan er um ein pinkalítlan elbil, sum er serliga gjørdur til útbering, bæði av posti og øðrum.

 

Talan er um ein norskan elbil, sum kostar góðar 100.000 krónur og Posta hevur nú fingið ein heim at royna.

 

Hann verður royndur í Havnini beint nú, men seinni skal hann bæði inn á Skálafjørð og til Klaksvíkar.

 

- Fyrstu royndirnar hava verið góðar, men tá ið royndartíðin er av um tríggjar vikur, verður støða tikin til um hesin elbilurin er nakað fyri Posta, sigur Tórhallur Thomsen.

 

 

 

Fyrimunirnir við hesum bilinum er, at hann lastar nógv meiri enn prutlini, Posta hevur brúkt.

 

Bilurin lastar 200 kilo og tað ger, at allur posturin kann takast við í senn, har prutlini máttu fleiri ferðir á Posthúsið at fylla posarnar.

 

Men so hevur hann fýra hjól, so hann stendur, tá ið hann verður settur, tað ger eitt prutl ikki.

 

- Tað hevur eisini verið við í metingunum, at talan er um ein umhvørvisvinarligan bil, sum brúkar el og ikki bensin, sigur Tórhallur Thomsen.

 

Bilurin koyrir 60 kilomatrar á einari løðing og ein vanlig postruta er einar 40 kilometrar, so hann klárar gott og væl eina rutu á einari løðing.

 

 

Mesta ferðin er 45 kilometrar um tíman, men tað krevst koyrikort til bil at koyra hann.

 

Myndina tók Høgni Waag Høgnesen.