Nýtt ættarlið á bekkunum í KRF

- Vit hava tilgongd av ungum rógvarum, men stóru bátastødddirnar verða ikki at síggja í summar, sigur forkvinnan í KRF, Jórun Høgnesen

Klaksvíkar Róðrarfelag er eitt hitt mest vinnandi róðrarfelagið í Føroyum, hóast tað hevur verið niðurlagt í tíðum. Við 16 FM heitum telist felagið millum fimm tey mest vinnandi róðrarfeløgini í Føroyum.

 

Flotin í Klaksvíkar Róðrarfelag telur bátarnar:

Fimmannaførini Fípuna Føgru, Snípuna og Teklu, seksmannafarið Páll Fanga, seksmannafarið Havrenning, áttamannafarið Nevið Reyða og tíggjumanafarið Klaksvíking.

 

Av hesum bátum er seksmannafarið Páll Fangi hin mest vinnandi. Hann hevur róð sjey FM heiti heim til Klaksvíkar. Hann verður eisini at síggja á vánni í summar.

 

- Páll Fangi við monnum verður væntandi at síggja millum seksmannaførini við monnum í summar. Óvist er, Páll Fangi verður mannaður við kvinnum, men arbeitt verður við hesum, sigur forkvinnan í KRF, Jórun Høgnesen.

 

Nevið og Klaksvíkingur rógva ikki

Gyltu árini í Klaksvíkar Róðrarfelag byrjaðu av álvara í 2005, tá ið olympiski gullvinnarin, Stephen Mølvig kom til felagið at leggja lag á. Eitt hugburðskifti hendi samstundis i í føroyskum kappróðri, og onkursvegna fór ein kollvelting fram í felagnum í Klaksvík. Eftir hetta hevur fyrst Nevið Reyða í 2005, og síðani Klaskvíkingur verið nærum einaráðandi í føroyskari harrarógving. Men nú hevur gullmanningin frá 2005-2013 lagt árarnar inn, og nýtt fólk skal setast á bekkirnar í Klaksvík.

 

- KRF hevur sett ein venjara at leggja teimum ungu lag á. Vit tosa um eitt ættarliðsskifti í felagnum, og vilja fegin gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt fyri róðrarfólkinum. Harvið kunnu vit vónandi skjótt manna Nevið Reyða og Klaksvíking, sigur Jórun Høgnesen.

 

Sambært Jórun Høgnesen fara hesar manningarnar at umboða KRF í summar:

 

Smádreingjamanning við Fípuni Føgru, gentu- og dreingjamanning við Fípuni Føgru og  Teklu, seksmannafarið Páll Fangi rør við monnum og møguliga kvinnum.

 

Jórun Høgnesen hevur góðar vónir til yngru manningarnar.

 

- Ungu róðrarfólkini vóru sera røsk í fjør, og flestu teirra eru við aftur ár. Vit hava góðar vónir um, at tey fara at standa seg væl. Okkara vón er, at vit megna at senda seks KRF manningar til stevnurnar í summar. Vónandi koma øll heim við heiðursmerkjum, men tað vil tíðin vísa, sigur Jórun Høgnesen at enda.