Nýtt 10-mannafar til Argjar

Sámal Hansen úr Runavík skal smíða nýtt 10-mannafar og nýtt 5-mannafar til Argja Róðrarfelag

Hvannrók skrivar, at avtala er gjørd við Sámal Hansen um at smíða nýtt 5-mannafar fyri Lóm, sum brotnaði í nógva vindinum, sum var á Varmakeldu í summar. Hartil skrivar heimasíðan, at nýtt 10-mannafar eisini skal smíðast fyri Hoyvíking, sum argjamenn hava lænt seinnu árini.

 

Argjabáturin vann FM-heitið fyri 8-mannafør í summar, og Hvannrók skrivar, at gullvinnararnir ætlandi verða bulurin av manningini, sum skal kappast í 10-mannafarsróðrinum í 2014.