Trupulleikin við mótstøðuførum bakterium veksur alsamt um allan heimin, og neyvan er støðan nakað frægari í Føroyum.
- Stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við hendan trupulleikan, eisini í grannalondum okkara, skrivar Bjørt Samuelsen, nú hon setur landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen, ein §52a-fyrispurning um mótstøðuførar bakteriur.
Hon spyr hvat verður gjørt í Føroyum fyri at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum, ið stendst av mótstøðuførum bakterium.
Við tað, at ein av høvuðsorsøkunum til, at bakteriur gerast mótstøðuførar, er ovurnýtsla av antibiotika. Bjørt Samuelsen spyr tí eisini, hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr íbúgva, í mun til í øðrum londum.
Bjørt Samuelsen skrivar, at hetta er ein álvarsamur trupulleiki, tí í 2013 doyðu minst 25.000 fólk av mótstøðuførum bakterium, bara í Evropa. Eisini hevur alheims heilsustovnurin, WHO, heitt á stjórnir um allan heim, at taka trupulleikan í størsta álvara. Tí vil hon hava at vita, hvat verður gjørt í Føroyum.
Spurningarnir, hon hevur sett er soljóðandi:
- Hvat gjørt verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandan við bakterium, ið gerast mótstøðuførar, og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?
- Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt, til tess at fyribyrjga, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?
- Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?
- Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis, at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari?
- Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?